05 December, 2009

Seyður og bústaðarmynstur

Viðmerking í sambandi við uppskot um hegning fram við vegunum

Hvat hava seyður og bústaðarmynstur við hvørt annað at skaffa? Kanska ikki so lítið. Bústaðarmynstrið hevur týdning í samband við nógv viðurskifti í samfelagnum, kanska tey flestu. Altíð verður snakkað um samferðslumøguleikar og infrakervi (sum ongantíð er nóg gott).
Bústaðarmynstrið hevur týdning í sambandi við øll viðurskifti, har samferðslumøguleikarnir hava týdning. Í roynd og veru størri, tí tað er bústaðarmynstrið, sum ger, at tørvurin á alsamt breiðari og beinari vegum ongantíð nøktast.

Hvussu er okkara bústaðarmynstur, tá ikki verður hugsað um húsasnið? Fólk sleppa at búseta seg á hvørjum tanga og á hvørji trøð. Kravinum um at kunna koyra heim í túnið verður ongantíð talað ímóti. Samstundis sleppa fólk at reka ein landbúnað, sum avmarkar hvørji onnur endamál, landslagið kann brúkast til, hóast hann lítlan og ongan búskaparligan týdning hevur. Onnur endamál kunnu vera vilt plantu- og djóralív, frítíðarlív (sum verður avmarkað av til dømis stikum) og endiliga ferðslan millum tær nógv spjøddu búsetingarnar.

Sjálvt um alt annað má víkja fyri bilkoyringini, hevur seyðurin tó havt rættin fram um bilarnar. Nú verður so aftur snakkað um at tryggja ferðsluna – les: bilkoyringina – út á tey spjøddu búplássini. Hesuferð er tað móti seyði, bilkoyrararnir skulu tryggjast. Til aðrar tíðir er tað móti omanlopi. Og altíð skulu teir tryggjast móti ov lítlari ferð.

Útreiðslurnar av hesum ferðslumynstrinum fara ongantíð at gevast at vaksa. Hetta eru resursur, vit kundu brúkt til útbúgving, mentan og menning av nýggjum vinnugreinum, soleiðis at landið kundi verið nakað meira áhugavert at búsett seg í. Hetta ferðslumynstrið kemur av bústaðarmynstrinum, upprunaliga, men nú styrkja tey hvønn annan.

Fyri at allokera resursur skilagott, er neyðugt at raðfesta. Í mun til seyð á vegnum og aðrar samferðsluspurningar, eiga vit at raðfesta, hvar fólk skulu búgva. Ikki soleiðis at skilja, at vit eiga at flyta fólk burtur frá verandi bústøðum. Hinvegin, um vit øll skulu gjalda tað, sum samferðslan kostar, so mugu vit øll vera við til at avgera, hvat bústaðarmynstrið skal vera. Nøkur góð parametur fyri bústaðarmynstrinum munnu vera 1) talið av bústaðarøkjum, 2) íbúgvatættleikin og 3) støddin av bústaðarøkjum. Tess færri bústaðarøkir, størri íbúgvatættleika og størri bústaðarøkir, tess smærri verða útreiðslurnar av samferðsluni. Útreiðslurnar av samferðslu eru nógvar ymiskar. Tann mest gloymda er forbrúkið av natúrligum landslagi. Beinleiðis verður landslagið brúkt til vegir við tilhoyrandi vegskráum. Óbeinleiðis gevur okkara ferðslumynstur eitt uppaftur meira spjatt byggjarí, til bústaðir og vinnu. Hetta spjadda byggjaríið brúkar óneyðuga nógv lendi í sær sjálvum og førir harafturat til meira vegagerð, tí frástøðurnar gerast størri. Aðrar útreiðslur eru orkunýtsla, ferðsluvanlukkur, viðlíkahald, vegagerð og fleiri sløg av dálking.

Ein møguleiki at minka um hesi árin er at gera eina ætlan fyri, hvussu bústaðarmynstrið skal vera. Hvussu nógv bústaðarøkir, vit skulu hava – í mesta lagi. Hvussu nógv skulu búgva á hvørjum ferkilometri – í minsta lagi. Og hvussu nógv skulu búgva í hvørjum býi – í minsta lagi.
Ein annar møguleiki, sum eigur at verða brúktur saman við áðurnevnda, er tað at lata fólk gjalda fyri vegirnar.

Fleiri mátar eru at gera hetta:
Ein er at lata kommunurnar gjalda fyri vegirnar. Landsverk kann tá vera ein tænastuveitari fyri kommunurnar.
Ein annar er at seta 20 ella fleiri gjaldsstøðir upp, eins og tær báðar, sum longu eru við undirsjóvartunlarnar. Tá tú koyrir gjøgnum eina gjaldsstøð, betalir tú so alt eftir, hvussu nógv vegakervið, tú nú koyrir inn á, kostar í rakstri og anlegg í mun til, hvussu nógv, tað verður brúkt.
Ein triði møguleiki er at menna eina tøkniliga gjaldsskipan, sum passar til føroysk viðurskifti. Harvið høvdu vit eisini fingið eina tøkniliga útflutningsvøru.

Brúkaragjald eigur undir øllum umstøðum at vera á vegunum. Millum annað til at dekka hegning fram við. Brúkaragjald er tó ikki nóg mikið, tí vit kunnu óansæð ikki loyva okkum at binda framtíðina til okkara ferðslumynstur. Hetta kann einans uppnáast við eini ætlan fyri bústaðarmynstrinum.

No comments: