26 October, 2009

Rætturin at atkvøða


Fleiri spurningar áttu at verið avgjørdir við fólkaatkvøðugreiðslu. Ein av teimum uppløgdu – fyri tíðina – er spurningurin um talið av valdømum. Tann spurningurin kann setast sum ein ja/nei-spurningur, sjálvt um hann helst eisini kann nuancerast meira.

Aðrir spurningar eru als ikki eru so ítøkiligir, men áttu kortini onkusvegna at verið settir okkum øllum at svara. Útjaðaramenning, til dømis. Hava tey, sum hava latið seg velja á ting, teir førleikar, sum hóska til eitt modernað fólkaræði, so duga tey eisini at skipa so fyri, at tað kann fáast fram, hvat fólk veruliga ynskja. Uppgávan hjá einum modernaðum politikara er ikki at spæla eitt spæl við veljaranum, fyri at fáa hann at halda, at tilvildarligu dispositiónirnar hjá Tinginum eru tað, sum veljarin veruliga ynskir.

Tað átti at borið til at sett nøkur ymisk modellir upp fyri til dømis útbygging av samferðslukervinum, fyri síðan at lata fólk atkvøða um tað. Um teir ymisku valmøguleikarnir byggja á heilt ymisk prinsippir, so kann man lata fólk atkvøða fyri tveimum ella fleiri valmøguleikum.

Nakað annað er, at vit faktiskt hava upplivað eina stóra tøkniliga menning seinastu árini. Hetta átti man eisini at kunnað brúkt til at víðka um fólkaræðið. Nú, meðan øll eru samd um, at ”arbeiðsskapandi tiltøk” eiga at vera sett í verk, kundu vit framleitt eina skipan til elektroniska atkvøðugreiðslu. Ein tílík kundi lættliga verið betur lagað til tann veruleikan, sum politikkurin skal viðgera, enn tann vanliga politiska mannagongdin. Og so høvdu vit eisini havt eina nýggja útflutningsvøru. Við einum slagi høvdu vit sloppið undan rossahandlunum í Tinginum: tú ein tunnil, eg ein almennan stovn.

Aðrir týdningarmiklir spurningar, tíverri eisini nuanceraðir, eru teir um bústaðarmynstur og samferðslu. Bústaðarmynstrið verður ofta umrøtt nakað líkasum veðrið: ”okkara bústaðarmynstur er so og so háttað”. Og eitt lágtrýst liggur vestanfyri. Men bústaðarmynstrið er nakað, okkara fólkavaldu hava skapt. Síðani verður bústaðarmynstrið brúkt sum argument fyri at varðveita og útbyggja ein infrastruktur, sum ger tað ógjørligt at skapa býir, sum eru góðir og hugaligir at búgva í. Býir, sum liva eitt lív.
Býarlív er ein av fortreytunum fyri at fáa hetta landið við inn í framtíðina. Spyrt tú borgaran, trúgvi eg, tey flestu ynskja sær ein góðan bý at búgva í. Ikki minst teir nógv umrøddu útisetarnir og hini fólkini, sum vit ynskja, skulu flyta til Føroya.

Rættir politikarar taka brókatøk við veruligu trupulleikarnar, heldur enn – eins og sjónvarpsgandakallar – at lokka fólk at stara at onkrum, sum er uttan relevans.

Men sjálvandi; vit hava teir tinglimir, vit sjálvi hava valt. Suff!

No comments: