02 June, 2009

Billeysi møguleikin

Tillukku til býráðið í Tórshavnar kommunu við ætlanunum um parkeringsgjald og billeysa handilsgøtu.

Hetta er tekniskt sæð tað rætta slagið av átøkum at gera. Avgjøld og forboð kunnu ávirka fólk til ein meira almannagagnligan atburð. Kampanjur, hinvegin, ávirka mest tey, sum ynskja at verða ávirkaði. Ávirkanin av eini kampanju fánar skjótt burtur, meðan forboð og avgjøld við tíðini verða góðtikin, og fáa heldur størri árin. At gjalda fólki fyri at sýna rættan atburð, so sum gjørt verður við Bussleiðini, hevur tann vansan, at vit ikki hava ráð til tað. Um tænastan hjá Bussleiðini skal blíva so góð, at øll fólk velja bussin, skulu vit brúka 10-20 ferðir fleiri pengar uppá bussarnar. Teir pengarnir eru truplir at krevja inn í skatti. Í roynd og veru er tað onki dýrt, samanborið við tað at eiga egnan persónbil. Men tað, sum manglar í roknistykkinum, er eggjanin í gerandisdegnum til at velja bussin fram um bilin. Her er tað, avgjøld og forboð rigga best. Rigga tey ikki, er tað tí, avgjøldini eru ov lág ella forboðini ólogisk.

Billeyst bústaðarøki
Men nú til tað, sum eg upprunaliga vildi siga: Eg vildi ynskt mær, at økið, har eg sjálvur búgvi, varð gjørt billeyst. Her merkir ‘billeyst’ í minsta lagi avtøka av privatari bilkoyring og avmarking av vinnuligari koyring. At gera eina handilsgøtu í miðbýnum billeysa er helst mest til æru fyri ferðafólkini. Skal tað ávirka ferðsluna í býnum sum heild, er neyðugt at gera eitt bústaðarøki billeyst. Eg kundi tonkt mær, at tað var heima í mínum býlingi at farið varð undir at gera eitt billeyst øki.

Støddin hevur týdning
Eitt billeyst bústaðarøki eigur at vera stórt. Um tað ikki kann vera stórt frá byrjan, mugu ætlanir leggjast fyri, hvussu stórt, tað skal enda við at vera. Er økið ikki stórt, fara øll, sum búgva har, at hava bil standandi uttanfyri økið. Soleiðis fær tað ikki positivt árin á ferðsluna í býnum sum heild. Jú størri billeyst øki, tess færri íbúgvar hava bil. Eisini eigur tað at vera stórt fyri at hava grundarlag fyri at bjóða tænastur, sum laga seg til umstøðurnar í økinum. Tað er serliga galdandi fyri matvøruhandlar. Eitt billeyst øki fer at fáa fleiri handlar, tí kundarnir eru meira lokalir.
Aðrar orsøkir eru eisini til, at eitt billeyst øki eigur at vera stórt. Til dømis kenslan, sum íbúgvarnir mugu sleppa at hava, av at liva billeyst.

Bilarnir kosta
Í longdini kann sparast við at halda ein part av býnum billeysan. Viðlíkahald av vegum er eitt, men enntá nýgerð av vegum verður bíligari, tí bilkoyringin í býnum sum heild minkar. Serliga kann sparast uppá pláss til parkering. Fyri hvønn borgara, sum klárar seg uttan bil, verða spardir um 120 m2 av grundøki – meira enn 1 ferkilometur um allir borgarar gjørdu tað. Fyri hvønn bil skulu vera seks básar runt í býnum og hvør básur krevur í miðal minst einar 20 m2. Her er íroknað óformliga parkeringin fram við vegi og tað plássið, fólk brúka til parkering heima.
Býurin vildi í praksis verið 10% størri, um øll parkering varð spard burtur. Býurin vildi verið 10% meira býur.

Sum heild er betur at leggja langtíðarætlanir um eitt stórt billeyst øki, enn stutt-tíðarætlanir um eitt lítið, billeyst øki... Men eitt sindur er betur enn onki.

No comments: